Lán fram um kapitalhækkan

Atlantic Petroleum hevur í fyrstu atløgu slept ætlanini um at víðka partapeningin. Ístaðin er lán upptikið Orsøkin til hetta er, at felagið í løtuni ikki metir tað vera ráðligt at fara út á partabrævamarknaðin eftir meira kapitali, so óstøðugur sum marknaðurin er.

Við danska blaðið Børsen sigur Wilhelm Petersen, stjóri, at teir í fyrsta umfari hava valt at taka lán, men at ætlanin um at hækka kapitalin tó ikki er slept.

Ætlandi skuldi ein kapitalhækkan annars geva felagnum um 410 milliónir krónur. Peningurin, sum ístaðin verður læntur, skal nýtast til útbygging av verandi oljukonsessiónum, skrivar www.borsen.dk.