Á jólum doyði enski poppsangarin George Michael bert 53 ára gamal. Hann var funnin deyður í songini. Síðani hevur verið gitt um, hvør orsøkin var til, at poppsangarin doyði so brádliga.
Rættarlæknin Darren Salter hevur nú gjørt endaligu niðurstøðuna um deyðsorsøkina hjá George Michael. Hetta skrivar BBC.
Kanningin hjá honum kemur til niðurstøðuna, at George Michael doyði ein natúrligan deyða orsaka av hjartasjúku. Einki illgrunasamt var við deyðsfallinum.
Sambært rættarlæknanum var talan um víðkað kardiomyopati, sum avmarkar hjartavøddin at pumpa blóð runt í kroppinum, og myocarditis, sum er hovnað hjartað.