Myndugleikarnir í Kili hava tikið týska læknan Gisele Seewald, eftir at hon hevur viðgingið, at hon fór illa við fleiri børnum í sjeytiárunum.
Tann 75 ára gamla Gisele Seewald var stjóri á einum sjúkrahúsi í sjeytiárunum, og hon hevur greitt løgregluni frá, at hon gav starvsfólkinum boð um at viðgera óskikkilig børn við elektriskum stoyti og doyvandi evnum. Hon hevur eisini viðgingið, at ungar gentur, sum ikki vildi hava kynsliga samveru við ein tilkomnan mann, fingu somu viðgerð.
Sjúkrahúsið, sum Gisele Seewald var stjóri á, er í økinum Colonia Dignidad í Kili, har nógv týsk niðursetufólk búgva, og fyrr í ár tók kilska løgreglan oddamannin hjá niðursetufólkunum og skuldsetti hann fyri hava gjørt seg inn á børn og fyri at hava samstarvað við einaræðisstýrið hjá Augusto Pinochet, generali.
Fólk, sum einaræðisstýrið fongslaði, hava greitt frá, at tey vórðu flutt til Colonia Dignidad, og at tey vórðui illa viðfarin, meðan fangavørðarnir spældu tónleik hjá Wagnher og Mozart.