Læknavaktin svaraði ikki

Tá mamman datt, ringdi Jens Mortan Rasmussen til læknavaktina. Í ein tíma ringdi telefon, uttan nakað svar.

Jens Mortan Rasmussen var farin við mammu síni til Æðuvíkar at hyggja eftir jólabýnum. Tá mamman datt, var hann skjótur at ringja á Læknavaktina, men har fekst einki svar.

 

Tað er Kringvarp Føroya, sum ber tíðindini. Jens Mortan Rasmussen sigur í samrøðuni, at av ringum royndum valdi hann tí heldur at snara norður eftir, móti Klaksvíkar Sjúkrahúsi enn suður eftir á Landssjúkrahúsið. Hansara royndir eru, at í Havn mást tú bíða leingi á skaðastovuni. Og tá so læknavaktin als ikki svaraði, var lagamanni at royna eydnuna í Klaksvík.

 

Hann greiðir frá, at hann ringdi allan vegin úr Æðuvík til hann koyrdi inn á Klaksvíkar sjúkrahús og meinti hann, at telefonsamrøðan tá hevði vart í eini 55 minuttir. Telefonsamrøðan er kanska at siga nakað nógv, einasta hann hoyrdi var ein telefonsvarari.

 

Alt spældi tó væl av við mammuni. Hon hevði sera ilt og um skøvningarnar var hon vorðin blá. Nøsin hevði eisini tikið, so tað sá ikki so vakurt út, men skaðin var kortini ikki so stórur, sigur hann við Kringvarp Føroya.

 

Trýst her fyri at hoyra samrøðuna, sum Kringvarp Føroya hevði við Jens Mortan Rasmussen í dag.