Læknarnir fylgja ikki semingsstovninum

Onki bendir á, at kommunulæknarnir fara at fylgja boünum frá semingsstovni num um at útseta verkfalli¨í eina viku

Semingsstovnurin boäï seinnapartin frá, at verkfalli¨hjá kommunulæknunum verür útsett í eina viku.

 

Bæði fíggjarmálaráðið og semingsstovnurin halda, at sáttmálatrætan er fevnd av lógini um seming, men tað heldur Kommunulæknafelagið ikki.

 

-Vit hava áður spurt fíggjarmálaráðið um hetta og tá hava vit greitt fingið at vita, at vit eru uttanfyri lógina um seming, eins og kommmunulæknarnir í Danmark eru tað, sigur Marius Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.

 

Hann leggur afturat, at tað undrar hann, at fíggjarmálaráðið ikki heldur roynir at finna eina loysn enn at kúvenda og royna at fáa semingsstovnin  at koma uppí sáttmálatrætuna.

 

So sum støðan er nú, so fer Kommunulæknafelagið ikki at fylgja boðunum frá semingsstovninum. Tað vil siga, at verkfall er frá í morgin ári.