Læknar á Skejby-sjúkrahúsinum í Århus skulu nú kannað hjartað á finnhvalinum, sum viltist inn á Vejlefjørðin og doyði har fyri einum lítlum mánað síðani. Hjartað vigar næstan 400 pund, og hjartaskurðlæknin Morten Smerup viðgongur fyri danska kringvarpinum, at hetta er ein onnur avbjóðing, enn hann og felagar hansara eru vanir við.
Endamálið við kanningunum er at vita, um tað stóra hvalahjartað kann siga læknavísindini nakað um sjúkratilgongd hjá fólki. Millum annað skal hjartað skannast bæði í CT-skannara og MR-skannara.
Tað vakti stóran ans í Danmark, tá ein finnhvalur viltist inn á Vejlefjørðin, og fólk í hópatali vóru og hugdu at honum. Tann meiri enn 17 metrar langi hvalurin doyði tann 20. juni eftir at hava verið fýra dagar inni á fjørðinum.