Fyrrverandi danski forsætisráðharrin og formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmjussen, skrivar, at hann varð noyddur úr starvinum.
Fyrrverandi forsætisráðharrin og formaður í Vinstra í monng ár, Lars Løkke Rasmussen, skrivar á Facebook, at flokkur hansara ikki longur hevur brúk fyri sær.
Tað ger hann í eini dagførin frá tí skipi, sum hann er við á ferð tvørtur um Atlantshavið sum partur av eini realitysending »Over Atlanten«.
– Vinstri hevur ikki longur brúk fyri mær, so man tað ikki fara at ganga at taka tvær vikur úr kalendaranum?, skrivar Lars Løkke Rasmussen.
Dagføringin er gjørt, beint áðrenn skipið leggur frá landi á ferð í umleið tríggjar vikur móti Karibia.
Lars Løkke Rasm ussen er limur íi Uttanríkispolitisku nevndini og limur í Fólkatinginum. Funnist verður at honum, at hann nú serliga nógv er at gera í Fólkatinginum hevur valt at taka frí í ein mánað.
Ikki minst komu atfinningar, tá hann ikki hevur kallað varafólk fyri seg og fer avstað við fullari løn sum fólkatingsmaður og bíðilin sum forsætisráðharri.
Formaðurin hjá SF á Fólkatingi, Jacob Mark, sigur tað fera absurd, meðan formðurin hjá Dansk Folkeparti á Fólkatingi, Peter Skaarup, sigur við Ekstrabladet:
– Retorikkurin, hann kemur við, er at gera gjøldur úr veljarunum. Sjálvandi skulu politikarar ikki fara á frítiðarferð við løn – tað sigur seg sjálvt.
Um avgerðina skrivar Lars Løkke Rasmussen á Facebook, at hann hevur brúkt nógva tíð upp á politikk seinastu mongu áratíggjuni:
– Til eg fyri góðum ári síðani brádliga rendi í ein vegg og varð noyddur at fara úr formanssessinum í Vinstra.
– Í øll hesi ár havi eg ongantíð roynt eina vanliga arbeiðsviku ella vera burtur úr tíðindameldrinum og politiska arbeiðinum í meira enn nakrar fáar tímar. Men so kom tilboðið:
– Er tú fúsur at sløkkja fartelefonina í tvær vikur og leggja til havs við sjóverki, men vónandi eisini sjørnuklárum náttum, springarum við skipssíðuna og tíð til umhugsni? Hví ikki, hugsaði eg!
/ritzau/