Lars Løkke Rasmussen skal nú svara um leiklut Føroya í nýggjari altjóða avtalu um veðurlag.
Nú bert fáir dagar eru eftir til veðurlagstoppfundin í Keypmannahavn skal danski forsætisráðharrin nú svara, um føroysku krøvini verða gingin á møti.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, hevur vegna Norðuratlantbólkin sett Lars Løkke Rasmussen ein sonevndan §20-fyrispurning um málið. Hann vil hava forsætisráðharrin at vátta, at Føroyar verða við undir egnum navni í einum nýggjum veðurlagssáttmála.
Høgni Hoydal vísir á, at allir flokkar á tingi og landsstýrið eru samd um, at føroysku veðurlagsmálini skulu verða sjónlig í einum nýggjum veðurlagssáttmála. Og tað hevur verið eitt ófrávíkligt krav frá landsstýrinum, at avtala skal gerast um hetta undan toppfundinum í Keypmannahavn, so at Føroya hava kjans at vera við í altjóða avtaluni.
Høgni Hoydal vísir á, at forsætisráðharrin varðar av viðurskiftunum við Føroyar og at Lars Løkke Rasmussen eins og undanmenn hansara, óteljandi ferðir hevur sagt, at talan er um ?javntsettar partar?, ?gensidig respekt? og annað - og at um føroyingar eru samdir, ?so fáa føroyingar tað, sum teir vilja hava tað?.
Nú talan er um fulla semju í Føroyum, gongur Høgni Hoydal út frá, at Lars Løkke nú beinanvegin kann vátta, at talan ikki bert er um orð.