Ekstrablaðið veit nú at siga, at skattaborgararnir rindaðu 154.000 krónur, fyri at Lars Løkke Rasmussen kundi hava ein kliva til at roykja í ta tíðina, hann var í forsætismálaráðnum.
Løkke var forsætisráðharri í hálvt triðja ár, og hesa tíðina leigaði forsætismálaráðið honum ein roykikliva fyri 27.000 krónur um hálvárið. Harafturat rindaði forsætismálaráðið fyri at fáa klivan settan upp og fyri at taka hann niður, tá Helle Thorning-Schmidt tók við. Tað skrivar Ekstrablaðið, sum hevur fingið innlit í málið.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at málið kemur Lars Løkke Rasmussen og Vinstra illa við. Teir vísa á, at Vinstri mótmælti harðliga, tá Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, fekk sær ein tílíkan roykikliva. Hon tók atfinningarnar til eftirtektar og rindaði klivan sjálv.
Sosialdemokratarnir krevja nú, at Lars Løkke Rasmussen skal rinda tað, sum hansara roykiklivi kostaði skattaborgarunum.