Lækkandi fiskiinnsatsur við Føroyar

Óli M. Lassen

Botnfiskiskapurin við Føroyar er alsamt lækkandi, og er hetta ein gongd, ið sambært Fiskaren eisini kann staðfestast í Noreg og Íslandi. Hendan minking í fiskiskapinum er íkomin av minkandi fiskiinnsatsi í økjunum, ella kanska av øktum fiskiinnsatsi, har man ístaðin fyri at taka fiskin í land blaka hann útaftur. Hetta fyri at tryggja, at tey í rópa harðast um ovurtroyttar fiskastovnar kunnu gerast nøgd. Hendan ovurhonds eygleiðing og meting av náttúrutilfeinginum í sokallaðu framkomnu fiskivinnusamfeløgunum førir til, at minni verður fiskað ella kemur til høldar enn fyrr, og er tað vaksandi veiðuorkan, ið fær skuldina fyri hetta. Tó verða tað alsamt sett fleiri spurnartekin við um hetta er so einfalt og fara vit her at lýsa feskfiskaveiðuna eftir útvaldum botnfiskasløgum við Føroyar við søguligum brillum.
Fjølmiðlar og fiskifrøðingar skuldina
Hendan minkandi veiða í søguligum sjónarhorni stavar frá tí alsamt vaksandi trýstið fjølmiðlar, fiskifrøðingar og onnur leggja á tey í gagnnýta náttúrutilfeingi, serliga botnfiskasløgini, tosk, hýsu, upsa. Fiskaren spyr í grein um Føroyar fara at megna at varðveita søguliga fiskiveiðu undir dagaskipanini ella um veiðan eisini ferð at fella undir Føroyum.
Sosialurin kann í dag vísa á, at veiðan yvir eitt 30 ára skeið eftir botnfiski, hevur í miðal verið á sama støði sum í dag ella hægri.

Sum talvan vísir so er fiskiskapurin eftir toski ávikavist 29 túsund tons í miðal árini 1972-1982, góð 24 túsund tons í tíðarskeiðinum 1983-1993 og góð 28 túsund tons í seinasta tíðarskeiðinum, ella á leið tað sama sum miðalveiðan í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1982. Hýsuveiðan var góð 17 túsund tons í fyrsta tíðarskeiðinum og góð 11 túsund tons í tíðarskeiðinum frá 1983 til 1993 meðan hon var sløk 16 túsund tons í tíðarskeiðinum frá 1994 til 2004. Veiðan eftir upsa var í miðal 35.779 tons í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1982 og var hon sløk 45.000 tons í tíðarskeiðinum frá 1983 til 1993 og er lækka aftur í tíðarskeiðinum 1994 til 2004 og er nú á leið tað sama sum árini 1972 til 1982. Brosma , longa og blálonga er lækka og er í tíðarskeiðinum 1994 til 2004 einans 10.272 tons um árið, umroknað sum miðalveiða.
Miðal botnfiskaveiðan yvir 3 tíðarskeiðir
Í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1982 fiskaðu vit góð 97.000 tons av botnfiskasløgunum tosk, hýsu, upsa, brosmu, longu og blálongu. Í tíðarskeiðinum frá 1983 til 1993 fiskaðu vit eisini á leið 97.000 tons av áður nevndu botnfiskasløgum, rokna sum miðaltøl fyri tíðarskeiðið. Og í tíðarskeið frá 1994 til 2004 fiskaðu vit einans sløk 90.000 tons í miðal um árið av hesum botnfiskasløgum.
Miðal fiskiveiða yvir tvey tíðarskeiðir
Um fiskiskapurin eftir hesum botnfiskasløgum verður deildir í tvey tíðarskeiðir so sæst at í tíðarskeiðinum frá 1971-1987 bleiv fiskað góð 100 túsund tons og í tíðarskeiðinum frá 1988 til 2004 einans vóru fiska góð 87.000 tons. her er talan um eina minking umroknað sum miðaltøl í svarar til, at tað eru veidd góð 14.000 tons minni hvørt ár í mun til tíðarskeiðið 1971 til 1987.
Spurningurin er so um tað er orsøk at stúra og gera niðurstøður í byggja á ovurfisking ella at talan heldur er um eina náttúrliga umskiftan í fiskiskapinum orsaka av ymiskum náttúrugivnum fortreytum og í minni mun orsaka av okkara veiðuinnsatsi tey seinastu árini. Tað er bláoygd at halda at vit hava eina vitan og gransking sum ger, at vit eru før fyri at regulera fiskastovnarnar við Føroyar, við bert at hyggja at einfaldum veiðutølum yvirlitstrolingunum og einari fiskidagaskipan eftir 1996.