- Eg haldi framvegis ikki, at tað líkist nøkrum
Kári P. Højgaard, er nú komin í eina støðu, hann hevur brúkt nógva tíð og orku at stríðast ímóti.
Herfyri varð hann sagdur úr starvi sum landsstýrismaður í innlendismálum og tískil tók hann aftur sæti á Løgtingi.
Men í hesum sambandi fær hann brádliga tvær lønir. Hann fær fulla løn sum landsstýrismaður í seks mánaðir og harafturat fær hann eisini fulla løn sum tingmaður.
Nettupp hetta, at fráfarnir landsstýrismenn skulu fáa tvær lønir, er eitt mál, Kári P. Højgaard hevur stríðst hart ímóti.
Áðrenn hann sjálvur kom í landsstýrið, hevur hann minst tvær ferðir lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hesa skipanina.
Seinast, hann legði uppskot fyri Løgtingið um hetta, var 1. mars í 2011
Tá staðfesti hann, at tað er rímiligt, at løgting og landsstýrið fá góða løn.
Men so staðfestir hann samstundis eisini, at tað er ikki rímiligt, at landssty?rismenn fáa uppsagnarløn afturat aðrari almennari løn.
Kári P. Højgaard vísti á, at fleiri fyrrverandi landssty?rismenn hava fingið bæði uppsagnarløn og løgtingsmannaløn – og uppaftur aðra almenna løn frá landi, kommunu, stati, ellaøðrum almennum stovni.
Tí vildi hann hava, at lógin verður broytt, so at tað ikki skuldi bera til at fáa tvær almennar lønir.
Í hesum sambandi skuldi bara tann hægra lønin verða útgoldin.
Líkist ongum
Nú Kári P. Højgaaard sjálvur er komin í hesa støðu, hann hevur brúkt so nógva orku upp á at sleppa burturúr, heldur hann framvegis, at tað líkist ongum, at hann skal hava tvær lønir.
Men hann heldur ikki, at tað er nakað endamál ið at leggja uppskotið fram einaferð afturat.
- Eg havi lagt uppskotið fram tvær ferðir og tað var eingin undirtøka fyri tí yvirhøvur. Leggi eg uppskotið fram einaferð afturat, vænti eg, at hetta fer at verða fatað sum um at tað er bara fyri at tekkjast veljarunum.
Kári P. Højgaard vísir eisini á, at løgmaður arbeiðir við at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu politikarar skulu samsýnast.
Og nú heldur hann, at løgmaður skal fáa frið og umstøður til at gera tað arbeiðið liðugt.
Men tá ið tað stríður so nógv ímóti tínum hugsjónum, at politikarar fáa tvær almennar lønir, hevur tú so kanska umhugsað at latið lønina sum løgtingsmaður til okkurt vælgerandi endamál?
- So langt havi eg ikki hugsað. Men eg stuðli vælgerðandi endamáli í teirri samkomu, eg hoyri til.
Hvussu nógv, hann letur, vil hann ikki siga. Hann vil heldur ikki siga, hvat hann kanska fer at lata.
- Tað sømir seg ikki at tosa hart um tað, ein letur, sigur Kári P. Højgaard.