Líkið sum varð funnið á Kunoy er nú eyðmerkt

Talan er um ein fransmann, sum hevði verið saknaður í fleiri mánaðir

Líkið, sum varð funnið í Skriðudali í Kunoy tann 30. novembur í fjør, er nú eyðmerkt.

Talan er um ein 30-ára gamlan mann úr Frankaríki, sum einki lívstekin hevur verið frá síðani í februar 2019.

Tey vistu, at hann var komin til  Føroya í februar, men síðani hvarv hann og hann var ikki afturfunnin, hóast leitað varð í fleiri dagar.

Løgreglan hevði alla tíðina varhga av, at líkið var tann saknaði fransmaðurin, og nú hava kanningar so endaliga staðfest, at tað var hann.

Løgreglan sigur í eini stuttari fráboðan í morgun, at tey nú eru liðug við allar kanningar, og at líkið verður latið teimum avvarðandi.