Líka gott hvørja ferð

Vagnur Mohr Mortensen hevur havt eitt kappingarár, ið fyrst var merkt av sjúku og nú ímóti endanum eisini var darvað av skaða, men hann kom sterkt aftur og spældi allan dystin í Sørvági leygardagin.
– Tað er altíð stuttligt at verða føroyameistari. Vit hava trúð upp á tað alla tíðina, og eg var vísur í, at vit fóru at verða meistarar, segði Vagnur ovurfegin leygardagin, samstundis sum hann vísti aftur, at HB hevði fingið nervar ímóti endanum á kappingini.
– Gummibein óttaðist eg ikki, tí teir flestu hava vunnið tað einar fýra ferðir, so teir eru vanir við trýstið, sum er ímóti endanum. Og tað er tað sama hvørja ferð. Tað er akkurát líka stuttligt hesa ferð, sum tað var síðst.