Íløgurnar eru ikki nóg stórar

Fíggjarlógin ber á rætta borðið, men landsbankastjórin heldur tað vera spell, at tað so at siga bara eru íløgurnar, sum verða brúktar at stýra búskapinum við

Jóannes Hansen


Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, heldur, at høvuðstølini á fíggjarlógini, sum løgtingið samtykti í gjár, vísa, at tað gongur rætta vegin í føroyska búskapinum. Men hann harmast samstundis um, at politikarnir framvegis fyrst og fremst brúka íløgurnar at stýra búskapinum við.

Tá ráðgevandi nevndin hjá forsætismálaráðharranum í síðstu viku kom við sínari frágreiðing, mæltu teir til, at landsstýrið ikki fer undir størri almennar íløgur, sum fara at skunda undir búskaparliga vøksturin í samfelagnum. Hetta gjørdu teir samstundis sum teir mæltu til, at farið verður undir nakrar bygnaðarbroytingar, sum skulu hava við sær, at trýstið á føroyska búskapin ikki verður so stórt.

? Um tað ikki ber til at stýra upp og niðurgongdini í búskapinum á annan hátt enn við íløgunum, so taki eg undir við donsku nevndini í, at tað verður hildið aftur við íløgunum, men samstundis má eg undirstrika, at eg haldi ikki, at hetta er besti mátin at stýra samfelagsgongdini, soleiðis at sum mest fæst burturúr tí, sum er goymt í búskapinum.

Hetta sigur Sigurd Poulsen, sum vísir á, at samlaðu íløgurnar í Føroyum framvegis eru niðanfyri tað, sum í vesturheiminum verður hildið at vera lægsta markið fyri einari sunnari samfelags menning:

? Í vesturheiminum verður roknað við, at íløgurnar á hvørjum ári skulu vera í minsta lagið 20?25 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og tað verður mett sera óheppið, um íløgurnar fara niður um 15 prosent. Í Føroyum hava miðal íløgurnar í sjeyti og áttati árunum verið umleið 30 prosent í miðal, og fleiri ár í áttati árunum vóru tær umleið 50 prosent. Hetta er óhoyrt í teimum londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við. Samlaðu íløgurnar í Føroyum komandi ár fara at vera niðanfyri 15 prosent, og tað er ikki nóg mikið, um sum mest skal fáast burturúr búskapinum, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.

Ein stórur partur av almennu íløgunum síggjast í avtaluni millum landsstýrið og kommunurnar og so á løgtingsfíggjarlógini.

? Privatu íløgurnar valdast, hvussu vinnulívið og einstaklingarnir síggja uppá framtíðina. Íløgurnar hava higartil ikki verið nóg stórar, og eg rokni heldur ikki við, at tær komandi ár fara at vera so stórar, sum tað hevði verið ynskiligt.


Orsøkirnar

At ráðgevandi nevndin mælir til ikki at økja almennu íløgurnar, kemst av at teir síggja íløgurnar sum møguleikan at stýra samlaða búskapinum.

? Tað er ein veruleiki, at íløgurnar eru lættasti mátin at stýra virkseminum uppá, men harvið er ikki sagt, at hetta er besti mátin. At hetta amboðið verður brúkt kemst av, at tað tykist sera torført at fáa politikarnir at gera bygnaðarbroytingar, ið hava við sær, at tað verður bíligari at reka samfelagið. Tað eru seráhugamál av ymsum slagi, sum verja bygnaðirnar, ið dýrka um raksturin av samfelagnum, og tað krevst nógv av politikarunum at broyta hesar bygnaðir. Og so leingi, sum bygnaðirnir ikki eru broyttir, so er neyðugt at brúka íløgurnar at stýra við, og tað er ikki besta amboðið, staðfestir Sigurs Poulsen.

Sum dømi um áhugamál, ið verja bygnaðir, sum gera tað dýrari enn neyðugt at reka føroyska samfelagið, nevnir Sigur Poulsen, fakfeløgini (landsbankastjórin heldur hesi áhugamálini ikki vera so sterk í Føroyum, sum tey eru aðra staðni í vesturheiminum), kommunurnar og lokal áhugamál av øðrum slagi.

? Í fólkaræðinum er tað sjálvsagt, at politikarnir lurta eftir fólkinum og tí, sum borgararnir ynskja. Takið hjá politikarunum er at taka avgerðir, sum tæna heildini, og tá kemst ikki uttanum, at politikarnir viðhvørt koma uppá tvørs av seráhugamálum.


Álitsskapan tekur tíð

Landsbankastjórin heldur, at politikararnir hava ein stóran møguleika at syrgja fyri fyritreytum, sum kunnu hava við sær, at íløgurnar í føroyska samfelagnum fara at koma upp á tað støðið, sum verður mett at vera skilagott í vesturheiminum:

? Avtalan um kommunalu íløgurnar er eitt stig á vegnum. Eg vóni, at avtalan fer at verða útbygt, soleiðis at hon eisini fer at fevna um raksturin. Málið má vera, at landið og kommunurnar gera avtalur um, hvussu stórur partur av øllum búskapinum skal vera almennur ella við øðrum orðum, hvussu stórar samlaðu íløgurnar og samlaði raksturin hjá landinum og kommununi skulu vera.

Sigurd Poulsen heldur eisini, at privatu íløgurnar eru nógv tengdar at leiklutinum hjá politikarunum:

? Hóast talan hevur verið um stóran vøkstur nógvum vinnurgreinum, so hevur tað ikki gingið so skjótt at fáa glið á íløgurnar. Í nógvum førum er hetta neyvan, tí vinnulívið ? í framleiðsluvinnuni, fiskivinnuni og alivinnuni ? ikki hevur hug at gera íløgur. Heldur er orsøkin, at vinnulívið bíðar eftir, hvørjar treytirnar fara at vera.

Sigurd Poulsen vísir á, at politiski myndugleikin síðstu tíðina hevur tikið stig, sum áttu at skunda undir íløguhugin hjá vinnuni, t.d. tá partafelagsskatturin varð lækkaður. Men landsbankastjórin undrast ikki á, at vinnulívið fram-vegis er varðið:

? Tað tekur tíð at byggja álit upp. Ein nýggjur hugburður skal seyra út í samfelagið, og tað tekur sína tíð. Summi vinnulívsfólk hava bíðað eftir, hvussu tað fór at verða við vinnulívsstuðlinum. Nú er tann spurnginurin avgreiddur, og tað fer at hava við sær, at onkur fer at gera íløgur. Men tað er ikki víst, at hetta fer at síggjast so ógvuliga væl beinanvegin. Tað eru tey, sum spyrja, hvussu politikararnir fara at reagera, tá búskapurin fer at koma í eitt nos. Eg rokni ikki við tí niðurgongdini, sum var fyrst í nítiárunum, men vit sleppa ikki óskalað, og so er spurningurin, um politikararnir fara at geva eftir fyri tí trýstinum, sum tá fer at verða lagt á teir frá summum í vinnuni, um at fáa stuðulin aftur. Tá verður tað, at politikararnir fáa høvi at vísa, hvat teir ætla og vilja.