Tað er ikki semja, um rætt er at skera íløgurnar burtur, tá fíggjarætlanin fyri komandi ár verður gjørd í Tvøroyrar kommunu. Sitandi borgarstjórin, Kristin Michelsen segði í kommunuvalsblaðnum, sum kom út 7. novembur.
- Vit hava enn ikki havt fíggjarætlanina fyri næsta ár til aðru viðgerð, men tað verða eingir pengar til íløgur næsta ár, sigur hann.
Kommunan hevur staðið við eini skuld, ið fyri nøkrum árum síðan ljóðaði upp á sjey álíkningar, men í dag svara til eina álíkning.
Fólkafloksmaðurin, Bergur Bærsendsen, stillar upp fyri Felagsflokkalistan. Han ynskir ikki at halda ta fíggjarligu gongd, sum sitandi borgarstjóri leggur upp til.
- Tað er ein spurningur um raðfesting, og tí mugu vit eisini hyggja at rakstrinum. Spurningurin er, um kommunan er rætt rikin seinastu árini, sigur hann.
Við tillagingum á rakstrarøkinum hevði borið til at loyst pening, sum síðan verður nýttur til íløgur, leggur hann afturat um fíggjarætlanina.
Nógvar íløgur eru, sum skulu gerast, metir hann. Øki sum rørleggingar, vegir, skúlaøkið og mentan kunnu ikki bíða. Tvøroyri hevur drigið ein tungan búskap, orsakað av stórari skuld, men við at steðga íløgunum fer búskapurin at steðga.
Samstarv fyri samanlegging
Bergur Bærendsen heldur, at tað snýr seg um at fáa beinini at ganga, áðrenn farið verður undir kommunusamanlegging.
Nógv tos hevur verið um at leggja kommunurnar í Suðuroynni saman. Kristin Michelsen metir tað vera alneyðugt fyri Suðuroynna í hesum tíðum at leggja saman. Sterkar ósemjur millum norðaru og sunnaru helvt gera eina samanlegging sera trupla.
Bergur Bærendsen vil ikki afturvísa, at nógv kann vera at spara við eini samanlegging, og hetta er eisini eitt mál, ið hann ynskir at arbeiða fyri. Samstarva kommunurnar, eru nógvir pengar at spara í til dømis rakstrinum.
Sjálvt um kommunur kring alt landið í heilum leggja saman, er støðan ikki heilt so einføld í Suðuroynni, greiðir hann frá. Aðrar kommunur eru lagdar saman og eru síðan komnar ásamt um samstarv á ymsum økjum, men eftir hansara tykki átti samstarvið at verið hitt fyrsta at fingið upp á pláss.
- Tað hevði møguliga borið til við samanlegging fyrst, og so latið samstarvið komið av sær sjálvum, men ein ógvuslig polarisering er ímillum báðar hálvurnar av Suðuroynni. Politikararnir mugu seta seg niður og hyggja inn í eyguni á hvørjum øðrum og byrja við samstarvi. Tað ber væl til at seta eitt dato á fyri samanlegging, men best hevði verið at lært beinini at gingið fyrst, sigur hann.
Støðan
Tvøroyrar kommuna hevur staðið í stórari skuld í fleiri ár, men í ár er skuldin minni, enn hon nakrantíð hevur verið. At sitandi borgarstjóri sigur, at neyðugt er at skera íløgurnar burtur, metir Bergur Bærentsen vera at gera ov nóg av.
- Tvøroyrar kommuna hevur góðar, sterkar inntøkur, sum kunnu bera, sigur hann.