Tað er lag á manni hjá føroysku fótbóltsfjepparum at fara niðan á ovara vøll í Gundadali at stuðla føroyska U-21 landsliðnum í dysti teirra ímóti Andorra.
Fótbóltssambandið hevur sett ein ógvuliga sámiligan atgongumerkjaprís. Fyri tey sum eru undir 17 ár kostar tað 20 krónur at sleppa til dystin, og fyri tey sum eru 17 ár og eldri kostar tað 50 krónur, 30 krónur minni enn fyri ein vodafonedyst.
Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar klokkan 19. Fótbóltssambandið vónar, at mangir fjepparar leggja leiðina niðan í Gundadal í kvøld.










