Løgtingsvalið: Annað valið í august

31. august er løg­tings­val. Tað er aðru ferð síð­ani floks­být­ið á tingi í 1906, at løg­­tings­val er í au­gust­­mán­aði. Fyrru fer var í 1943.

 

Á tiltikna bart­als­mess­u­val­i­num 24. august í 1943 vann Fólka­flokk­ur­in stór­sigur. Hetta var aðru ferð at Fólka­flokk­ur­in stillaði upp til val, og flokkurin fekk 41,5 prosent av at­kvøð­u­num í Føroyum og 12 av 25 løgtingsmonnum. Fólka­flokk­ur­in still­aði upp á fyrsta sinni í 1940, og tá fekk flokk­urin 24,7 prosent av at­kvøð­u­num.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin  mistu ávikavist 5 og 4 prosentstig. Men Sam­bands­flokku­­­rin varðveitti sínar 8 tingmenn, með­an Javn­að­ar­flokk­urin misti ein og fekk 5. Sjálv­stýr­is­flokk­urin misti mest á hesum val­i­­num, fór úr 16,2 pro­­sent­­um niður í 10,4 og mist allar 4 ting­sess­ir­nar og mist sæti á tingi.