Løgtingssamtyktirnar skulu haldast

Tað er skeivt av landsstýrinum, at tað fer uttan um løgtingið í málinum um NATO-limaskapin. Samtyktirnar hjá løgtinginum skulu haldast, sigur Jógvan Durhuus, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin

Løgtingið hevur fleiri ferðir samtykt, at Føroyar skulu halda seg uttan fyri allar hernaðarligar felagsskapir, og hesar samtyktir skulu fylgjast.

Tað sigur samgongumaðurin, Jógvan Durhuus, sum umboðar Tjóðveldisflokkin í løgtinginum.

- Alt, sum hevur verið gjørt viðvíkandi NATO gjøgnum tíðirnar, er farið uttan um løgtingið, og tað er púra skeivt. Tað er eisini skeivt av landsstýrinum,at tað nú frá fyrsta degi fer uttan um løgtingið í málinum um NATO-limaskap, sigur hann.

Í 1986 var Jógvan Durhuus virkandi løgmaður í Føroyum, tá amerikanska herskipið USS McCloy kom á Havnina. Hann noktaði skipinum at koma í føroyskt økið, tí Føroyar skuldu haldast uttan fyri allar hernaðarligar felagskapir, og hann sigur seg hava júst somu støðuna í dag.

- Samtyktirnar hjá løgtinginum um, at vit skulu halda okkum uttan fyri NATO og aðrar hernaðarligar felagsskapir, skuldu haldast, og eg ætli mær í øllum førðum at halda meg til hesar samtyktir, sigur hann.


Løgtingið skal viðgera og avgera

Í sambandi við fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina, hevur landsstýrið arbeitt við trygdarspurninginum, og tað heldur, at NATO-felagsskapurin, Partnership for Peace, er ein hóskandi felagsskapur til Føroyar at verða í, um vit fáa fullveldi.

- Tað er sum so í lagi, at landsstýrið kannar, hvørjir møguleikar eru, men málið má leggjast fyri løgtingið at viðgera og taka støðu til, sigur Jógvan Durhuus.

- Partnership for Peace ljóðar kanska áhugavert, og tað kann verða neyðugt at verða við í slíkum felagsskapi, tá vit fáa fullveldi - millum annað fyri at fáa diplomatiska vælvild - men hetta kann ikki gerast uttan um løgtingið. Løgtingið má samtykkja, at vit skulu upp í slíkan felagsskap, áðrenn tað kann koma upp á tal.

Jógvan Durhuus leggur dent á, at løgtingssamtyktirnar um, at Føroyar skulu halda seg uttan fyri allar hernaðarligar felagsskapir, skulu haldast til nakað annað verður samtykt í løgtinginum.