Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Løgtingsmaðurin í Javnaraflokkinum vildi ikki, at løgtingið skuldi blanda seg upp í trætuna, tí tað var at skerja rættindi hjá fakfeløgunum. Hesin løgtingsmaður merkti einki til ósemjuna, tí hann búleikast í miðstaðarøkinum.
Men 6. juli 2005 atkvøddi hesin "moralski" løgtingsmaðurin fyri, at rættindini hjá fakfeløgunum vóru skerd, tá íð SEV maskinmeistararnir við lóg vóru tvingaðir aftur til arbeiðis. Og ein orsøk til hetta var helst, at løgtingsmaðurin nú sjálvur merkti svian av ósemjuni.
Formaður Tjóðveldisfloksins hevur moralskar trupulleikar tí løgmaður ætlaði at fara í løgtingið, fyri at hjálpa útjaðaranum. Men í juni 2003 ætlaði Tjóðveldisflokkurin, við formanninum á odda, at fara í løgtingið, fyri at leingja sáttmálan hjá SEV maskinmeistarunum, so her er eingin orsøk til at hava moralsk uppstødd av hvat onnur gera, ein kann bert taka í egnan barm.
Nú verður áhugavert at síggja, hvat hesir "moralistarnir" fara at gera, tá ið maskinmeistararnir hjá SEV møguliga fara í verkfall 1. desember 2005.
Livst so spyrst.










