Løgtingslimur hóast dóm fyri neyðtøku

Farlovið hjá John Petersen frá Løgtinginum er útgingið, og hann er nú aftur løgtingsmaður, hóast hann er dømdur fyri neyðtøku.

Í gerðabókini hjá Løgtinginum stendur John Petersen at vera ein av løgtingsmonnunum, ið ikki møttu til løgtingsfundin fríggjadagin 12. mars 1999 klokkan 10:00. Hetta stendur skrivað, tí at farloyvið hjá John Petersen frá løgtinginum nú er útgingið, og er hann sostætt løgtingslimur á jøvnum føti við aðrar løgtingslimir.


Skyldu at avtkvøða hann út

Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sigur, at formanskapurin í løgtinginum hevur skyldu at leggja fram uppskot, um at John Petersen skal atikvøðast úr tinginum. Maðurin er dømdur fyri neyðtøku, og hevur hann sostætt mist sítt valbæri. Bjørn á Heygum sigur, at hesum eru greiðar reglur fyri. Um John Petersen ikki sjálvur tekur seg úr tinginum, eiga neyðug stig at verða tikin fyri at fáa hann út.

John Petersen hevur havt farloyvi í fýra mánaðir, orsakað av, at hann var skuldsettur fyri at hava neyðtikið ein 17 ára gamla gentu. Men nú er farloyvið útgingið, og tá dómur harafturat er feldur, stríðir tað móti reglunum, at maðurin enn hevur sæti á Føroya Løgtingi.


Varamaðurin slapp ikki á fund

Eyðun Viderø hevur verið varamaður hjá John Petersen, meðan hesin hevur verið í farloyvi. Og Eyðun Viderø var eisini klárur at fara á løgtingsfund fríggjadagin, men fekk boð um, at hann ikki slapp á fund, tí farloyvið hjá John Petersen var útgingið og John Petersen hevði ikki tikið seg úr tinginum.

Eyðun Viderø sigur, at hann visti av, at farloyvið hjá John Petersen var útgingið, men at hann var til reiðar at møta á fundi, um tað skuldi hent seg, at málið um tingsessin var avklárað.

Væntað verður, at málið verður avgreitt í dag, og verður tað helst avgreitt á tann hátt, at John Petersen sjálvur sigur tingsessin frá sær, vilja røddir í fólkaflokkinum vera við.


Fingu ikki fatur á tingformanninum

Roynt varð at fáa eina viðmerking frá tingformanninum, Finnboga Ísakson, um málið, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men hetta eydnaðist okkum tíverri ikki.