Tá ið flogfarið fór úr Vágum í gjárkvøldið á veg til Danmarkar, var eitt føroyskt landslið við av tí meiri alternativa slagnum.
Talan er um eitt lið av føroyskum løgtingslimum sum eru á veg líka til Moskva, har teir skulu verja føroyska flaggið.
Tað er Duman, sum er tingið í Russlandi, ið hevur bjóðað Føroya Løgtingi og fleiri øðrum tingum í Evropa, av at kappast í ítrótti.
Fleiri ítróttarkappingar eru á skránni, men Føroya Løgting hevur meldað til í innandura fótbólti.
Við á føroyska liðnum eru John Johannessen, Eyðgunn Samuelsen, Hans Pauli Strøm, Helgi Abrahamsen, Kári P. Højgaard og Karsten Hansen og tað verður Hans Pauli Strøm, sum verður liðskipari.
Og tað verður stílur yvir tí og í sambandi við ferðina, hevur føroyska løgtingsliðið fingið draktir frá føroyska landsliðnum í fótbólti og tað forpliktar.
Knýa vinabond
Duman í Russlandi hevur boðið tingum úr fleiri londum í Evropa til Moskva at kappast í ymsum ítrótti og blíðskapurin er so stórur, at rusarar betala alla ferðina, sum hon er.
- Hevði hetta verið eitt tiltak, sum hevði kostað landskassanum pening, vóru vit ikki farnir avstað, sigur John Johannessen, sum er næstformaður í Løgtinginum.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri einum tiltaki sum hesum og russarar siga, at teir hava tikið hetta stigið fyri at knýta vinabond ímillum politikarar úr londunum í Evropa.
Og tað er ikki bara ítróttur á skránni, tí á ferðini verður eisini skipað fyri útferðum til søvn, leikhús, minnisvarðar og ymisk vitjunarverd støð í Moskva.
Høvi býðst eisini at hitta borgarstjóran í Mosvka og aðrar politikarar.
Og John Johannessen sigur, at nú hann er formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, fær hann eisini høvi til at hitta starvsbróður sín, altso tann russiska politikaran, ið er formaður í teirri nevndini í Dumuni, sum svarar til okkara uttanlandsnevnd.
Hetta, alternativa, føroyska landsliðið verður aftur í klettunum fyrst í næstu viku.