Løgtingslimir ímóti seyði fáa óvæntaðan stuðul

Uppskotið hjá nøkrum løgtingslimum um at fáa seyðin og onnur kríatúr burtur av landsvegnum og burtur úr bygdunum, hevur sanniliga fingið fáar vinir og nógvar fíggindar.

Í øllum førum um vit skulu meta eftir teimum, sum hava gjørt vart við seg alment

Eitt nú hava bæði Bóndafelagið og Óðalsfelagið gingið hond í hond um at fordøma uppskotið, sum nakrir løgtingslimir hava lagt fyri Løgtingið um at beina seyð, neyt og onnur nyttudýr, burtur av vegunum og burtur úr bygdum øki.

Tey bæi feløgini umboða ein heilt stóran part av teimum, sum eiga seyð, neyt og onnur kríatúr.

Men uppskotsstillararnir hava í øllum førum fingið ein fjeppera, tí nú hevur Fámjins Kommuna boðað vinnunevndini hjá Løgtinginum frá, at fámjingingar taka fult undir við uppskotinum um at fáa seyðin burtur av alfaravegi og at fáa leysgangandi seyð burtur úr bygdunum.

Ein partur av uppskotinum er, at hereftir skulu tað vera tey, sum eiga seyð, neyt og onnur kríatúr, sum sjálvi skulu bera kostnaðin av at hegna framvið vegum fyri at halda dýrini burtur.

Eisini hesum endamálinum tekur Fámjins kommuna undir við, tí bygdaráðið sigur, at tað hevði verið alt ov dýrt hjá kommununi at goldið endurgjald fyri mist vetrarbit, samstundis sum tann leysgangandi seyðurin er til stórt forargilsi og er til ampa fyri trivnaðin.