Heilt óskiljandi fór úthurðin í løgtinginum í smæsta knús, tá ein genta lat hana upp eftir at ungdómstingið var endað Ein genta skar seg í hondina uppi í løgtinginum fyri lítlari løtu síðani. Óforkláriliga fór úthurðin í knús, tá gentan lat hana upp.
Løgtingið hevur annars verið karmur um eitt tvey daga langt ungdómsting, og hetta var júst endað, tá gentan skuldi út um eina løtu.
Hvør orsøkin var til, at hurðin fór í smæsta smildur, er ikki gott at siga, men hurðin var latin upp á sama hátt sum túsundtals ferðir fyrr. Møguliga kann hugsast, at hurðin var læst, men tað er hent hundraðtals ferðir áður, uttan at hon brotnaði av tí.
Óhepna gentan skar seg í hondina, men tíbetur var skaðin bert smávegis, tó at hon fór á skaðastovuna av trygdarávum.