Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur seinastu dagarnar verið á fundið við starsfelagar sínar úr Íslandi og Grønlandi.
Forkvinnan í Altinginum, Unnur Brá Konráðsdóttir, og formaðurin í Inatsisartut, Lars-Emil Johansen, og Páll á Reynatúgvu hava havt fundir har tey hava tosa um samstarv millum londini.
Útnorðurráðið hevur fingið eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum og við tí hava politikkarar fingið ein størri pall, ið hevur eitt altjóða fokus á politikkin, ið hendir á arktiska økinum.
Umframt fundir, var ferðalagið eisini í Føroyingahavini og vitjaði.