Sambært stýrisskipanarlógini hevur løgtingsformaðurin ikki heimild til at leggja uppskot fyri Løgtingið Tað sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, við Norðlýsið, í sambandi við, at Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur vegna formansskapin í Løgtinginum lagt uppskot fyri Tingið um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
Sjúrður Rasmussen, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina, vísir á, at í grein 15 í lógini stendur, at løgmaður, landsstýrismenn og løgtingsmenn eru heimilaðir at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir.
- Sostatt hevur løgtingsformaðurin onga heimild at leggja lógaruppskot fyri tingið, og tí er tað løgtingsmaðurin Edmund Joensen, sum leggur uppskotið fyri Løgtingið, sigur Sjúrður Rasmussen.