Jacob Vestergaard er hvassorðaður í einum lesarabrævi, har hann leggur Løgtingið undir at vilja fremja karaktermorð móti sær. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, tekur nú til orðanna móti avgerð Løgtingsins at seta eina grein 25 nevnd at viðgera møguliga ákæru móti sær.
Jacob Vestergaard vísir til, at hvørki Løgtingsins Umboðsmaður ella løgmaður hava mett nakra orsøk vera til, at ein grein 25 nevnd verður sett at viðgera møguligar ákærur móti sær, tvørturímóti.
- Eg skilji ikki uppskotsstillararnar, tí at tað er onki í frágreiðingini frá L.U. sum reisir nakran sum helst illgruna ímóti mær, tvørtur ímóti, sigur Jacob Vestergaard.
Og hann heldur fram:
- Somuleiðis eru útsagnirnar um at løgmaður hevur heitt á Løgtingið um at byrja rættarligt ábyrgdarmál ímóti mær ikki rættar. Løgmaður segði orðarætt: ?Viðvíkjandi táverandi landsstýrismanni í innlendismálum, sum nú er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, verður ikki mett, at hansara leiklutur í málinum er av slíkum slagi, at løgmaður hevur mist álitið á hann sum landsstýrismanni?.
Hann sigur seg als ikki vera bangnan fyri einari møguligar ákæru, um tað er tað, ið Løgtingið vil.
- Men tað harmar meg, at starvsfelagarnir í Løgtinginum nýta lógina um ábyrgd landsstýrismanna í royndini at karaktermyrða mín persón, sigur Jacob Vestergaard.









