Løgtingið viðger Fámjinstunnil í dag

Nýggju mál koma til fyrstu viðgerðar í løgtinginum í dag

Á løgtingsfundinum, sum byrjar kl 10.00 í dag, fáa nýggju mál fyrstu viðgerð. 

Fimm av málunum verða viðgjørd undir einum – tey snúgva sum um kort- og landmátingar. 

Uppskotið hjá sjey tinglimum um at gera Fámjinstunnil kemur til fyrstu viðgerð í dag. Nógv kjak hevur verið um, hvørjir tunlar skulu gerast fyrst, og hetta uppskotið mælir til, at Fámjinstunnilin verður gjørdur fyrri, enn samgongan ætlar. 

Løgtingið skal í dag eisini viðgera eykajáttanarlóg og uppskot um at meirjáttanina til byggingina av Glasir.