Løgfrøði ella politikkur. Hetta tykist vera áhaldandi stríðið, tá landsstýrismenn skulu loysast úr starvi. Feskasta dømið er Johan Dahl.
Fríggjadagin greiðir løgfrøðingurin hjá Johan Dahl føroyingum frá, at fráfarni landsstýrismaðurin hevur løgfrøðiliga ikki borið seg skeivt at
Mánadagin ger løgmaður av at loysa 44 ára gamla Johan Dahl úr embætinum, bert 20 dagar eftir, at hann varð tilnevndur. Grundgevingin er politisk, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard sigur, at samgongan hevur ikki fingið neyðuga arbeiðsfriðin, tí so nógvur rumbul hevur verið um persónin Johan Dahl og fyri at betra arbeiðslagið, mátti Dahlurin loysast úr starvinum.
Málið við Johan Dahl er enn eitt dømi um, hvussu fløkjasligur politikkur er, tí nær er løgfrøðin nóg góð og nær er tað politikkur, sum ger av, nær landsstýrisfólk skulu úr starvinum ?
Hetta kjak stingur seg upp nærum hvørja ferð landsstýrisfólk sjálvi hava sagt seg úr starvi ella hava verið loyst úr starvinum, men framvegis hevur politiski myndugleikin ikki funnið eina fasta siðvenju fyri, nær tað er løgfrøðin ella nær tað er politikkurin, sum hevur seinasta orðið, tá landsstýrisfólk fara frá.
Tá Jørgen Niclasen, John Petersen og Helena Dam á Neystabø fóru úr í landsstýrissessinum í úrtíð, var grundgevingin bygd á eina løgfrøðiliga meting. Hinvegin, tá Annlis Bjarkhamar, Signar á Brúnni, Tórbjørn Jacobsen, Sámal Petur úr Grund og Johan Dahl fóru úr landsstýrissessinum, var grundgevingin politisk.
Leysar niðurstøður
Løgfrøðingurin, Kári á Rógvi, heldur, at rokið um landsstýrisfólk er farið nakað av sporinum. Hann fýlist á, at niðurstøðan í teimum flestu málunum um frákoyrdu landsstýrisfólkini er gjørd, áðrenn málini eru nóg væl lýst.
Hann heldur, at tíðin er komin til at steðga á og hyggi nærri at, hvat í veruleikanum hendir í teimum ymisku málunum. Kári á Rógvi sigur, at viðgerðin av teimum ymisku málunum er ofta einans bygd, hvat ein serfrøðingur heldur ella hvat fjølmiðlarnar finna fram til og tað er ikki nøktandi.
-Var eg tingmaður, hevði eg vilja havt meir at vita, enn hvat Fregnir ella Sosialinurin skriva ella hvørja meting ein løgfrøðingur hevur í málinum, tí eg hevði ikki bert vilja tikið støðu í einum máli út frá frágreiðingum og bløðunum, sigur hann
Virknari ting
Kári á Rógvi skjýtur upp, at Føroya Løgting fær ein virknari leiklut, tá landsstýrisfólk verða tilnevnd.
-Vit áttu at hava havt eitt sonevnt samráð, har løgtingslimir fingu møguleikan at seta landsstýrisevnunum spurningar. Eru nøkur ivamál um landsstýrismannin, kundi ein slík hoyring beint ivamálini av vegnum, sigur Kári á Rógvi.
Við slíkum hoyringum væntar Kári, at tinglimirnir ikki høvdu verið so bráðir at seta krav um, at landsstýrisfólk skuldu úr starvinum, hvørja ferð ivi stakk seg upp um teirra embætisførslu.
Kári á Rógvi heldur, at Landsstýrismálanevndin kundi verið eitt hóskandi stað at havt slíkar hoyringar um landsstýrisevnini.
Gul kort
-Leitingin eftir grundgevingum fyri at koyra landsstýrisfólk frá er yvirdrivin, heldur Kári á Rógvi
Hann heldur, at møguleikin við sonevndum gulum kort ella ávaringum frá løgmanni til landsstýrisfólk átti í størri mun at verið troyttur.
Kári vísir á, at í Danmark kemur javnan fyri, at forsætisráðharrin velur at seta ráðharrar á beinkin, sum hann málber seg.
Hann sipar til, at verður ivi sáddur um embætisførsluna hjá einum ráðharra ella hevur ráðharrin eina tyngjandi fortíð, nýtist avleiðingin ikki at verða, at ráðharrin alt fyri eitt verður loystur úr starvinum. Dømi eru hinvegin um, at hann verður settur á síðulinjuna í eina tíð, til málið er nóg væl lýst til, at ein endalig avgerð kann takast.