Løgtingið setir seg upp um grundleggjandi lógir

Løgtingið viðgjørdi í morgun uppskot um nýggja stjórnarskipan, hóast tað er í stríð við bæði grundlógina, heimastýrislógina, stýrisskipanarlógina og tingskipanina

Formaðurin í Løgtinginum eigur at burturvísa uppskotinum.
So greið er Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, nú Løgtingið í morgun fór undir at viðgera uppskot um nýggja stjórnarskipan.
Ein nevnd við løgtingslimum og øðrum hava sitið í tvey ár og arbeitt við einum uppskotið um eina nýggja stjórnarskipan.
Men upprunin til uppskotið er eitt uppskot heilt afturi frá 1998 og sambært Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, hevur tað tilsamans kostað 13 milliónir hesi 11 árini, tað í veruleikanum hevur vart.
Og nú hevur tað verið so drúgvt og hevur kostað so nógv, at hann vónaði aldrin at síggja eitt uppskot av hesum slagnum aftur.
Nú er uppskotið komið so langt, at málið er lagt fyri løgtingið og í gjár var tað til viðgerðar.
Men í hesum sambandi hevur umsitingin hjá Løgtinginum gjørt vart við seg og hevur mælt til, at málið verður burturvíst.
Stjórin á løgtingsskrivstovuni, Súsanna Danielsen, hevur gjørt eitt upprit um uppskotið um nýggja stjórnarskipan.
Og hennara niðurstøða er, at uppskotið er í stríð við bæði bæði grundlógina, heimastýrislógina, stýrisskipanarlógina og tingskipanina,
Hetta er ein nýggj stjórnarlóg, sum skal koma ístaðin fyri galdandi stýrisskipanarlóg frá 1994 og tí er natúrligt, at tað í ávísan mun verður farið út um karmarnar í galdandi stýrisskipanarlóg, sigur løgfrøðingurin hjá Løgtinginum.
Men løgfrøðingurin staðfestir, at grundlógin og heimastýrislógin eru framhaldandi í gildi, og at Løgtingið hevur ikki heimildir at smíða lógir sum ikki er í samsvari við hesar lógir.
- Men í hesum føri verður í fleiri førum farið út um karmarnar av hesum lógum.
Løgfrøðingurin sigur, at longu í formælinum til uppskotið um nýggja stjórnarskipan, stendur, at landsins egnu lógir eru einans tær, sum gjørdar eru á rættan hátt í landinum
sjálvum eftir fólksins vilja.
Men løgtingsskrivstovan sigur, at hetta er ikki í samsvari við veruleikan, tí Føroyar hava ikki lóggávuheimild á øllum økjum og skal hetta gerast veruleiki, má antin grundlógin broytast, ella mugu Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.
Løtingið hevur bara heimild at lóggeva á økjum, sum eru yvirtikin.
Og veruleikin er framvegis, at bæði heimastýrislógin og grundlógin vera framhaldandi
verða galdandi.
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni fer hetta eisini at krevja umfatandi lógarbroytingar.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Poul Michelsen, nevndarformanni.

Sigur klokkuklárt hvar valdið liggur
- Hetta er eitt politiskt skjal og fyri fyrstu ferð verður tað klokkuklárt ásett hvør hevur valdið í Føroyum.
- Og valdið í Føroyum liggur í Føroyum og bara í Føroyum.
Bæði Tórbjørn Jacobsen úr tjóðveldi og flestu aðrir løgtingslimir vóru ikki við upp á burturvísa málið úr Løgtinginum, soleiðis sum greitt er frá í hinari greinini.
Uppritið hjá umsitingini í Løgtinginum er gjørt út frá teirri skipan, sum er galdandi.
- Men hetta uppskotið spreingir hesar karmarnar.
- Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Fólk sjálvt setir ásetir síni egnu grundleggjandi rættindi, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
- Allir føroyingar eru samdir um Føroya Fólk hevur alt vald í Føroyum og so skal Føroya Fólk samtykkja tær skipanir, vit geva okkum undir.
- Hetta er ikki eitt uppskot, sum staðfestir, tær skipanir, sum eru galdandi í dag, men hetta ásetir okkara grundleggjandi rættindi.
Tað er bara Føroya fólk, sum kann áseta okkara egnu rættindi og tað kann onki vald aðrastaðni ella nøkur umsiting gera.
Hans Pauli Strøm sigur at her er talan, at føroyingar sjálvir seta síni egnu orð á, hvussu vit uppfata okkum sjálvum og okkara egnu orð á okkara egnu virði.
Kári á Rógvi sigur, at uppskotið staðfestir, at okkara sjálvsavgerðarrættur er omanfyri alt annað. Men so leingi vit eru við í einum felagsskapi ella øðrum avtalum, binda vit okkum til at virða tað.
- Men vit eru bara í hesum felagsskapi so leingi, sum vit sjálvi avgera tað.
Flest allir aðrir politikarar eru samdir við hesi útlegging um, at hetta er ikki eitt skjal, sum ásetir, at evsta vald er í Føroyum.



Neyðugt við umfatandi lógarbroytingum

Dømi um lógir, sum mugu broytast í seinasta lagi, tá uppskotið um nýggja stjórnarskipan fær gildi:

Rættargangslógin
Lóg um landsjørð
Lóg um vinnuligan fiskiskap
Lóg um samsýning landsstýrismanna
Lóg um samsýning løgtingsmanna

Lógir, sum helst mugu broytast skjótt eftir, at uppskotið er samtykt:
Fyrisitingarlógin,
Lóg um grannskoðan av almennum roknskapum
Vallógin
Revsilógin
Javnstøðulógin
Lóg um fosturtøku
Forsorgarlógin,
Skattalógin

Nýggj lóggáva, sum má gerast:
Lóg um millumtjóðasáttmálar, sum eru fyrisitingarliga ásettir
Lóg um fólkaatkvøðu
Lóg um Búskapargrunn