Løgtingið samtykti at avtaka lógina

Longu í 1992 boðaði landsstýrið donsku stjórnini frá, at tað ikki ynskti nýggju donsku hernaðarlógina setta í gildi í Føroyum. Tað hevur løgtingið seinni samtykt

Danir spyrja føroyingar eftir, um hernaðarliga revsilógin frá 1973 skal setast í gildi í Føroyum. Men tað hevði heldur ikki loyst seg. Tí føroyingar hava longu langt síðan tikið støðu.
Landsstýrið skrivaði longu í 1992 til ríkisumboðið, at landsstýrið á fundi 11. februar 1992 samtykti at mæla frá, at lógin og kunngerðirnar vera settar í gildi í Føroyum nú, tá tað í 30 ár hevur verið gjørligt at verið galdandi lóg fyriuttan.
Tá landsstýrið 26. oktober 2001 legði uppskot fyri tingið at avtaka hernaðarligu revsi- og rættargangslógina frá 1937, sum millum annað loyvir deyðarevsing í krígstíð, var støðan tann sama.
Í viðmerking til uppskotið skrivaði landsstýrismaðurin, at »hildið verður ikki, at tørvur er á einari hernaðarligari revsilóg fyri Føroyar«, og at landsstýrið ikki hevur broytt støðu síðan 1992.
Sjónarmiðið hjá landsstýrinum er, at viðurskiftini hjá hernaðarmyndugleikum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógarreglum í vanligu revsilógini og í teimum vanligu sáttmálaligu møguleikunum, sum hervaldið hevur.
»Tí er neyðugt at gera eina serlóg um avtøku av hernaðarligu revsilógini frá 1937, og tað er tað, sum skotið verður upp,« skrivaði Høgni Hoydal vegna Føroya landsstýri.
Hetta samtykti løgtingið eisini einmælt.