Løgtingið hevur ábyrgdina

Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, heldur, at løgtingsfólk spæla skitið spæl, nú tey siga seg vera ónøgd við bankasøluna

EINSKILJING



Løgtingslimir hava sjálvir ábyrgdina, at einskiljingargongdin fer fram sum hon ger. Hetta sigur Hermann Oskarsson í lesarabrævi, sum tað tíverri ikki eydnaðist at fáa við í dagsins blað. Hann heldur, at sølan er farin fram solieðis sum tinglimir samtyktu hana, og tí sømir tað seg ikki, at tingfólk nú finnast at hesi gongd.


»Løgtingsmenninir, sum nú ósmædnir og østir loypa upp úr sessinum, spæla eitt skitið spæl fyri gallarínum, nú teir stinga fyrrverandi landsstýrismannin og formannin í Fíggingargrunninum í bakið. Sølan fór fram akkurát sum teir sjálvir hava samtykt, hóast teir kanska ikki hava skilt tað í rætta tímanum. Ábyrgdin liggur á einum stað, og bara á einum stað – í Løgtinginum.

Hetta var eitt tiltak, sum legði doyðin á at halda útlendskan kunnleika, útlendska samábyrgd og útlendska kapping burtur frá føroyska fíggjarmarknaðinum – alt meðan vit globalisera Føroyar og skunda okkum fram móti 2015«, skrivar Hermann Oskarsson m.a.