Løgtingið ger av hvør atkvøður til fólkaatkvøðuna

Á heimasíðuni hjá landsstýrinum um fullveldi verður sagt, at føroyingar, sum hava valrætt til løgtingsval, sleppa at atkvøða til fólkaatkvøðuna um fullveldið. Hetta samsvarar ikki við tað, sum Høgni Hoydal áður hevur sagt hevur sagt um sama mál. »Hatta er heldur ikki rætt« sigur Høgni Hoydal »tað fer løgtingið fer at gera av í lógini um fólkaatkvøðuna«

Í umleið tvey ár hevur henda samgongan arbeitt fyri at vinna føroyingum fullveldið. Frá byrjan var sagt, at føroyingar sjálvir skulu avgera lagnu landsins við eina fólkaatkvøðu og tá tað var sagt, reistist ein annar spurningur.

Høvr skal hava atkvøðurætt til eina slíka fólkaatkvøðu.

Hesin spurningur er ongantíð svaraður serliga neyvt og tí ganga fólk og bíða. Og verður farið inn á fullveldisheimasíðuna, so sæst, at tað er ein spurningur, sum upptekur fólk, tí har stendur hann nevniliga eisini.


Hava valrætt til løgtingsval

Tá spurningurin stakk seg upp av fyrstan tíð var svarið hjá m. a. Høgna Hoydal, landsstýrismanni í sjálvstýrismálum, at heimarætturin skuldi staðfesta hvør hevði atkvøðurætt til fólkaatkvøðuna og heimarætturin skuldi, sambært samgonguskjalinum, vera staðfestur 1. januar 1999.

Vit skriva nú marts 2000 og enn er eingin heimarættur staðfestur og enn er einki endaligt svar komið upp á hvør skal hava atkvøðurætt til fólkaatkvøðuna.

Og tó. Á heimasíðuni, stendur spurningurin um atkvøðurættin og har stendur eisini eitt svar. Men tað samsvarar bara ikki við tað, sum samgongan fyrr hevur sagt.

Har verður spurt: »Hvørji fara at hava valrætt á fólkaatkvøðuni um tann nýggja sáttmálan millum Føroyar og Danmark. Fara lesandi og sjómenn uttanlands og onnur við tilknýti til Føroyar at hava valrætt?«

Svarað verður: »Tað er ikki endalig støða til hetta, men tað mest sannlíka er, at tað vera tey sum hava valrætt til løgtingsval, ið sleppa at luttaka á fólkaatkvøðuni um tann nýggja sáttmálan«.


Ikki rætt

»Hatta er ikki heilt rætt. Tað er ikki nakað, sum verður avgjørt av okkum her, men tað verður Løgtingið, sum fer at gera av hvør fer at hava valrætt til fólkaatkvøðuna« sigur Høgni Hoydal.

Hann greiðir frá, at tað eru embætisfólk, sum hava svarað upp á handan spurningin og at tey tí hava tikið útgangsstøði í verandi lóggávu.

Men er tað ikki óheppið, at fullveldisheimasíðan sigur eitt og Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum eitt annað?

»Tað er tað sjálvsagt, men embætisfólkini hava ikki spurt okkum um handa spurningin. Tí er hann komin at standa sum hann er« sigur Høgni »Men tað er ikki tí, at tey hava gjørt nakað skeivt. Tey hava bara tikið støði í verandi lóggávu. Tá sáttmálin skal til viðgerar í tinginum skal løgtingið senda hann til fólkaatkvøðu við eini lóg, sum millum annað ásetur hvør hevur atkvøðurætt«.

Tit hava fyrr nevnt heimarættin sum ein lykil til akvøðurættin til fólkaatkvøðuna, men hann er ikki staðfestur enn, hví og verður hann staðfestur áðrenn fólkaatkvøðuna?

»Tað er rætt, at tað í samgonguskjalinum stendur, at heimarætturin skuldi setast í gildi í Føroyum 1. januar í fjør, men tað hevur víst seg ikki at vera gjørligt undir verandi skipan« sigur Høgni Hoydal »og tí má hann bíða til sáttmálin kemur í gildi«.