Løgtingið fer ikki at tvinga kommunur at leggja saman

? Ætlanin noyða kommunur at leggja saman, hevur ongan møguleika at verða samtykt í tinginum, hildu politikarar, sum vóru á kommunufundi í Vági leygardagin

? Tað verða millum fimm og 10 tingmenn, sum fara at atkvøða fyri at leggja kommunur saman

Á fundinum í Vági leygardagin hevði Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, lítlar vónir um ætlanina at broyta kommunala bygnaðin í Føroyum.

Eftir at hava loddað dýpið millum tingmenn segði hann, at ætlanin at leggja kommunur saman hevur ongan livandi kans í løgtinginum,

? Antin talan so verður um at leggja saman í sjey, níggju, 15 ella 20 kommunur, so verður tað felt.

? Tað verða ikki meiri enn 5-10 tingmenn, sum fara at atkvøða fyri tí, segði Páll Vang.

Løgtingsmenn úr ymsum flokkum, sum vóru á fundinum, góvu honum rætt.

Tað var eisini teirra fatan, at Løgtingið fór ikki at samtykkja, at kommunur verða tvingaðar at leggja saman.

M.a. metti Hendrik Old úr javnaðarflokkinum, at metingin hjá Páll Vang skal nokk vísa seg at vera á einari leið, tá ið saman um kemur.

Tí tað var eisini hansara fatan, at mótstøðan í tinginum ímóti samanlegging undir tvingsli var so mikið stór, at tað fór undir ongum umstøðum at verða samtykt í tinginum.

Hann vísti tí til uppskotið hjá javnaðarflokkinum, sum hann helt var eitt alternativ, sum hevði ein møguleika at verða samtykt.

Vit greiddu frá uppskotinum í blaðnum í gjár, men í høvuðsheitum gekk tað út uppá at varðveita kommunurnar, sum tær vóru, men ávísum heimildum at ráða yvir egnum, lokalum viðurskiftum.

Men so skuldi stovnast eitt økisráð í hvørjum øki, sum so skuldi umsita tey málsøki, sum viðvíktu øllum økinum.

Tað kundi verða ymisk skúlamál, eldramál, sosialmál og almannamál, fyri at nevna nøkur.

Eisini Hergeir Nielsen meinti, at tingið fór ikki at tora at noyða kommunur at leggja saman.

? Tingmenn sita við einum brandi í hondini.

? Men eg vænti, at teir fara at spæla hann frá sær.

?Og tað kundi tingið gera við gera eina lóg, sum sigur, hvørji málsøki kommunurnar skulu umsita.

? So stendur tað til kommunurnar sjálvar at loysa uppgávuna.

Og tær kommunur sum ikki vóru førar fyri at átaka sær hesa umsitingina høvdu so kanska einki annað val enn at leggja saman.

Hann helt, at tað var ikki óhugsandi, at tingið soleiðis óbeinleiðis fór at tvinga kommunur at leggja saman, ella tær máttu keypa sær tað hjálp og ráðgeving, sum tær høvdu brúk fyri.

Hann helt, at við eini slíkari loysn kundu tingmenn eisini sleppa sær undan skuldsetingini at teir vilja bara draga alt til Havnar.

Páll Vang legði afturat, at vildi tingmenn ikki broyta kommunubygnaðin, so skuldu teir bara gera sær greitt, at so vóru teir við til at styrkja og veksa umsitingina í Havn við teimum avleiðingum sum tað hevur við sær.

 Tí segði hann, at tað ringasta, sum kann henda, er at støðan heldur fram óbroytt.

Sjálvur væntaði hann, at Løgingið fór at detta niður onkustaðni tætt við loysnina hjá javnaðarflokkinum, tí viljin var ikki at leggja saman, men vilji var heldur ikki til at lata kommunubygnaðin halda fram sum nú.

Og hann helt, at skipanin við økisráðið kundi verðið eitt eitt brúkiligt alternativ.

? Tí so kundu økisráðið umsitið heilsumál og onnur stór málsøki.

Trupulleikin er, at í Suðuroynni verða kanska tvey økisráð, legði hann afturat.