Tað merkir, at allir nevndarsessirnir skulu mannast, og tað verður gjørt eftir ávísum býti, har tingið helst verður býtt upp í tveir valbólkar, samgonga og andstøða.
Spurningurin er so, um Kristin Michelsen fer upp í partin hjá samgonguni, sum síðani ger, at samgongan fær fleiri sessir. Verður Kristin Michelsen partur av andstøðuni, so kann andstøðan fáa onkran formanssess.
Býtast skulu 45 sessir, og samgongan fær 23 og andstøðan 22. Tað merkir, at andstøðan fær tveir nevndarformanssessir. Men um Kristin Michelsen velur at fara í part samgonguni verður nevndarbýtið 25-20.
Onnur mál á skránni val av umboðum til Norðurlandaráðið, útnorðurráðið, val av løgtingsgrannskoðarum, og so skulu veljast fýra limir og fýra varalimir í Lokalnevndina eftir rættargangslógini grein 115 stk. 2.
Eisini skulu veljast tvey umboð í eftirlitið við varhaldsfangum eftir rættargangslógini grein 779.











