Tað vórðu føddir 619 nýggir føroyingar í fjør. Hetta er lægsta burðartalið í meiri enn seksti ár, tí vit skulu heilt aftur til 1939 fyri at finna eitt lægri burðartal enn vit høvdu í fjør.
Tá búðu um 26.200 fólk í Føroyum, meðan tað við árslok í fjør búðu 45.389 fólk á klettunum.
Burðaravlopið, tað vil siga munurin millum fødd og deyð, í 1999 var 218 og so lágt hevur burðaravlopið ikki verið síðani 1905, greiðir Hans Pauli Strøm, sosiologur frá.
? Men tað er eingin katastrofa fyri tað, leggur hann afturat.
Mynstrið broytt
Frágreiðingin til lágu burðartølini er nevniliga rættiliga einføld.
Samfelagsmynstrið er broytt, og við tí eisini føðitíttleikin, men sambært Hans Paula Strøm er eingin orsøk hjá føroyingum at óttast at landið kemur í óføri av tí enn í hvussu er.
? Ein høvuðsorsøk til, at tað verða fødd færri børn er, at tað eru færri kvinnur í burðarførum aldri. Nógvar teirra fluttu av landinum í kreppuárunum og tí sæst tað so væl. Føðitíttleikin fyri hvørjar 1000 kvinnur í burðarførum aldri er ikki fallin, og í veruleikanum er hann ein av teimum hægstu í Norðanlondum, sigur Hans Pauli Strøm.
Kortini er orsøk at stúra fyri summum økjum, tí taka vit Vágs bygd einsamalla, so eru bara fødd fimm børn har alt árið í fjør, og tað er sera lágt, tá hugsað verður um at fleiri enn 1400 fólk búgva har. Til sammetingar fingu teir 1200 vestmenningarnir 20 børn í fjør










