Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard sigur í Sosialinum mánadagin, at hann er til reiðar at fara niður í løn fyri at vísa seg sum góða fyrimynd, nú tað almenna skal spara pengar. Onnur løgtingsfólk halda somuleiðis, at hetta hevði verið eitt hóskandi stig hjá løgtinginum at tikið, og í grannalondum okkara hava politikarar skert sína egnu løn seinastu tíðina.
Tað verður ikki ein lítil lækking av lønini hjá løgtingsfólkunum, sum fær avgerandi týdning fyri búskapin ella samfelagið, men í eini slíkari lækking liggur eitt signalvirði um, at politikararnir vilja ganga á odda, nú reimin skal spennast hjá tí almenna – kanska eisini um slík uppskot tykjast populistisk.
Men tað hevur ivaleyst eisini týdning, at politikararnir, sum uttan iva fara at verða fyri atfinningum í sambandi við skerjingar og sparingar, kunnu siga, at teir eisini taka eitt tak saman við øllum hinum. Tað bøtir kanska um samvitskuna hjá teimum fólkavaldu, tá ið tað skal skerast burtur av hjá teimum tey eldru og veiku í samfelagnum. Higartil hevur tað ov ofta verið tey – og bara tey – sum hava fingið minni.
Tað eru nú liðin nógv ár, síðani lønirnar hjá politikarunum gjørdu eitt ordans lop uppeftir. Tá varð sagt, at tað skuldi betra um góðskuna á lóggávuarbeiðnum, og løgtingsfólk skuldu kunnað liva av sínum løgtingsarbeiði – og helst bara tí.
Men tað er trupult at síggja nakra broyting í hjástørvunum hjá løgtingsfólkunum síðani stóru lønarhækkingina. Fleiri tingfólk hava framvegis væl lønt størv við síðuna av sínum tingsessi, og tá ið hugt verður eftir uppmøtingini til tingfundir, kann mann ivast í, hvat av størvunum hjá onkrum tingfólki er hjástarvið.
Tað, sum hevur størri týdning enn ein súmbolsk lønarlækking hjá løgtingsfólkunum, er, at tingfólkini leggja veruliga orku og tíð í tingarbeiðið, so dygdin verður so góð sum gjørligt. Og teir pengarnir, sum eru at spara við eini lækking av løgtingsmannalønunum, kundi hóskandi farið til at styrkt umsitingina í løgtinginum, so talið á lógaruppskotum, sum verða løgd fyri tingið uttan at verða løgfrøðiliga eftirkannað, lækkaði.
¬









