Løgreglustøðin í Havn á Fólkatingi

Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, hevur nú reist spurningin um viðurskiftini á løgreglustøðini í Havn á Fólkatingi

Við støði í samrøðu, sum tíðindablaðið Sosialurin hevði við formannin í politistafelagnum, Jan Poulsen, fyri nøkrum døgum síðani spyr Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, Brian Mikkelsen, løgmálaráðharra, um ráðharrin er sinnaður at taka stig til at bøta um viðurskiftini á løgreglustøðini í Havn.

Í viðmerkingunum vísir Høgni Hoydal á, at sambært formanninum í politistafelagnum er bygningurin í ringum standi, og at arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar.

Fólkatingsmaðurin vísir á, at løgregla og fongsulsverk eru framvegis danskr málsøki, og at tað tí er ábyrgd hjá donsku myndugleikunum at bøta um umstøðurnar á løgreglustøðini í Havn.