Løgreglumenn í skottryggum vestum í Eysturbýnum

Talan er tó bara um venjing

Tað loypti hvøkk á hjá húsaeigarum, tá løgreglufólk í skottryggum vesti lógu uttan fyri sethús í eysturbýnum í Havn seinnapartin.

 

Fleiri løgreglufólk krupu rundan um hús og í síða grasinum.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan einans er um eina venjing.