Sum vant var ein løgreglumaður millum fólkini á Utoya. Á tíðindafundi hjá norsku løgregluni seinnapartin varð váttað, at ein privatgoldin løgreglumaður var á oynni, tá illgerðarmaðurin gjørdi um seg. Upp á spurningin, hvar hann var, tá illgerðarmaðurin skeyt, kundi Sveinung Sponheim, virkandi politimeistari, einki siga.
- Tað vita vit ikki. Tað fáa vit greiðu á gjøgnum kanningarnar, segði hann.
Norskir miðlar skriva nú, at politisturin er millum tey deyðu. Talan er um ein løgreglumann, sum fleiri ferðir fyrr hevur virkað sum privatgoldin vaktarmaður undir legum á Utoya.