Ein norskur løgreglumaður er dømdur tvey ára fongsul fyri at hava misnýtt sítt arbeiði til at misnýta gentur kynsliga og fyri niðrandi kynsligan atburð ímóti børnum. Samstundis misti tann 44 ára gamli maðurin arbeiðið í løgregluni. Maðurin hevur alla tíðina noktað seg sekan.
Ákæruvaldið hevði ákært mannin fyri 20 ymisk lógarbrot, men tann mest alvarssama ákæran snúði seg um, at hann hevði misbrúkt løgreglustarvið til at útvega sær kynsliga samveru við tveimum gentum. Rætturin gjørdi av, at maðurin skal rinda teimum báðum gentunum 80.000 krónur í endurgjaldi.










