Tá ið løgreglan fór ýlandi gjøgnum miðbýin fyrr í dag, so var tað við somu ørindum, sum tey mangan eru í. Tað er at taka upp unglingar, sum eru sálarliga sjúk og ávirkað av rúsevnum.
Seinastu vikurnar hava vit hoyrt nógv um marginaliseraðir bólkar av ungum fólki í Føroyum, sum fremja ógvusligari kriminalitet enn áður, og sum hava alskyns trupulleikar at dragast við. Hetta kemur serliga í kjalarvørrinum av ógvusliga harðskapinum á Landavegnum herfyri, sum mundið enda við manndrápi. Nú er úrslitið so, at fýra ungdómar eru skuldsettir fyri drápsroynd. Meðan Kriminalforsorgin upplýsir, at alsamt fleiri ung eru heimleys, so sigur løgreglan í dag, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum allir myndugleikar kenna til.
- Vit hava hoyrt Almannaverkið siga, at tey standa hjálparleys, tá ið tað kemur til hesi ungu, og vit uppliva júst tað sama. Vit eru eins hjálparleys, tá ið tað kemur til hesi ungu. Kanska meira enn nakar annar, tí tey enda javnan hjá okkum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
les eisini: Løgreglan: Ørur maður í miðbýnum
Maðurin, sum gekk ørur runt í miðbýnum Havnini í dag, er ein gamal kenningur hjá løgregluni, sum fer eftir fer endar í trupulleikum av ymiskum slag.
- Og soleiðis eru tey fleiri, sum ganga aftur og aftur. Vit handtaka tey, royna at fáa tey til viðgerðar av onkrum slag, men tey ganga tíverri aftur, sigur vakthavandi Jan Poulsen.
Hann vísir á, at í summum økjum í Danmark er man nú farin undir eina royndarætlan, har ein sjúkrasystur frá psykiatrisku deild er við løgregluni, tá ið mál við ungum fólkum, sum hava fleiri trupulleikar at dragast við, stinga seg upp.
- Tað kundi verið vert at hugt nærri eftir, hvussu tað eydnast, og um tað er nakað man kundi gjørt í Føroyum, sigur vakthavandi.









