Løgreglan ávarar um standin kring landið júst nú. Á Facebook skrivar løgreglan:
- Sum kunnugt er av allar ringasta veðri um alt landið, og vit hava úr at gera á 112 alarmsentralinum og vagtsentralinum í samband við skaðar, ið verða fráboðaðir.
- Vit senda fráboðaninar víðari til sløkkiliðini og bjargingarfeløgini runt landið, men tey eru sjálvandi eisini darvaði av ringa veðrinum.
- Politiið heitir tí á fólk um vælsignaði at halda seg innandura, tí nógv tøk eru rivin og fleiri húsaklæðningar eru foknir, og av teirri orsøk fúka takplátur og annað byggitilfar runt allastaðni.
- Hetta hendir so at siga um alt landið.
- Kl. 20:57 bleiv vindmegin mált til 70 m/sek á Norðadalsskarði.
- Higartil hevur politiið fingið 85 fráboðanir um skaðar.