Løgreglan er farin til Sandavágs at kanna málið um lítla hundahvølpin, sum varð lagdur deyður í kjallaran hjá ánarunum í gjárkvøldið.
Parið, sum átti hundin siga, at hundurin varð tikin úr túninum og síðani lagdur í kjallaran í skrelliposa nakrar tímar seinni. Málið er meldað og løgreglan er ávegis til Sandavágs at kanna málið.
- Um so er, at onkur hevur tikið lívið av hundahvølpinum, so kemur tað undir herverk, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Les eisini: Sandavágur: Vit hava verið merkt av kriminaliteti
Er støðan tó tann, at hundurin er píndur á nakran hátt áðrenn hann er deyður, so er støðan skerpandi.
Les eisini: Sandavágur: Hundahvølpur stolin og dripin
- Um tað er djóraplágarí so kann viðkomandi brotsmaður fáa fongsulsrevsing fyri tað, sigur vakthavandi, sum tó slær fast, at enn veit løgreglan ikki, hvat er hent í málinum.