Løgreglan tók ímóti Norrønu við ballón

Men har var alt sum tað átti at vera, sigur løgreglan

Tá Norrøna kom á Havnina úr Danmark í morgun, stóð vælmannað løgreglulið á bryggjuni og tók ímóti henni.

 

Endamálið var at kanna bilførarararnir, sum komu við Norrønu at vita um øll viðurskifti vóru ílagi.

 

Hetta er eitt átak, løgreglan fer undir av og á, tá ið umstøðurnar eru til tað, og endamálið er at vita um bilførararnir eru edrúir, og hava gyldugt koyrikort.

 

Eftir ferðaætlanini skuldi Norrøna koma klokkan fimm í morgun, men hon var tríggjar tímar seinkað, og legði ikki at fyrrenn klokkan átta.

 

Løgreglan sigur, at tað vóru 700 ferðafólk við Norrønu, har tey allarflestu vóru útlendingar, helst danir og týskarar.

 

Og tá ið bilarnir koyrdu í land, vóru teir allarflestu av teimum steðgaðir, og bilførararnir kannaðir.

 

Men løgreglan sigur, at allir bilførarar høvdu gyldugt koyrikort og hjá ongum av teimum gav alkometrið útslag, so teir vóru eisini edrúir.

 

- Har var alt ílagi hjá øllum bilførarunum, sigur løgreglan.