Løgreglan tók ikki drápshóttan ímóti løgtingsmanni í álvara

Jenis av Rana heldur ikki, at løgreglan gjørdi nóg mikið fyri at uppklára málið eftir at hann hevði fingið eina eina beinleiðis drápshóttan

Drápshóttan

Jenis av Rana er ein skelkaður maður.
Skelkaður, tí nakað síðani varð hann hóttur við lívinum.
Tað er ein álvarsligur skelkur í sær sjálvum.
Men líka stórur skelkur er tað, at hann situr eftir við eini kenslu av, at løgreglan ikki hevur gjørt nóg mikið fyri at uppklára málið.
Út ímóti jólum í fjør skrivaðu vit um, at postkassin hjá løgtingsmanninum fyri miðflokkin varð sprongdur í luftina eitt kvøldið.
Eftir tað byrjaði ein sonn herferð ímóti Jenisi av Rana.
? Aftaná at postkassin varð sprongdur í luftina, fekk eg eina røð av sms boðum, har hann beinleiðis varð hóttur við lívinum. Grovastu boðini fekk eg frá einum, sum í einum ógvuliga óhugnaligum orðavali skrivaði, at hetta við postkassanum var bara byrjanin og at næstu ferð skuldi øll húsini sprongjast í luftina og at bæði eg og alt húskið skuldi lata lív.
Jenis av Rana sigur, at hann meldaði málið til løgregluna, men hann heldur ikki, at løgreglan gjørdi nóg mikið fyri at loysa málið.
Jenis av Rana sigur, at tað vísti seg, at sms boðini vórðu send av eini teldu á einum almennum stovni.
? Tað einasta, sum løgreglan gjørdi fyri at finna útav, hvør sendi teldupostin, var at hon spurdi stovnsleiðsluna um hon kendi nakað til hendingina. Men tá ið leiðslan segði, at hon hevði ongan nøguleika at finna fram til, sendi sms- boðini á telduni, legði løgreglan málið til viks og gjørdi ikki meiri við tað.
Løgtingsmaðurin sigur, at hetta vóru boðini, hann fekk frá løgregluni.
? Hetta gjørdi løgreglan, hóast hon visti, hvaðani boðini vórðu send og at hon eisini visti upp á minuttin, nær sms boðini vórðu send.

Illa vard
Jenis av Rana heldur, at hetta vísur, hvussu illa vard vit í veruleikanum eru, hóast vit siga okkum liva í einum framkomnum samfelag.
? Eg má siga, at eg haldi ikki, at hetta er serliga sannførandi løgregluarbeiði og eg skilji ikki løgregluarbeiði av hesum slagi. Skal uppkláringararbeiðið verða á síkum støði, kundi eg akkurát tað sama sjálvur farið undir arbeiðið at funnið útav, hvør tað var.
Løgtingsmaðurin heldur, at stovnsleiðslan á hesum almenna stovninum heilt einfalt átti at fingið álagt at funnið útav, hvør sendi sms-boðini og hann hevði eisini væntað, at løgreglan fór at leggja størri orku enn hon gjørdi í royndina at finna útav, hvør sendarin var.
? Tað hevur skelkað bæði meg og alt húskið, at vit skulu vera so illa vard og eg haldi, at hetta var sera jánkasligt av løgregluni.
Jenis av Rana sigur, at nakað síðani skrivaði hann aftur til løgregluna og boðaði frá síni misnøgd.
Hann heitti eisini á løgregluna um at taka málið uppaftur.
Hetta eru nú nakrir mánaðir síðani, men enn hevur hann onki hoyrt aftur frá løgregluni.
Hann sigur, at hann alla tíðina hevur merkt ein illvilja frá løgregluni at kanna málið.
?Tá ið postkassin varð sprongdur í luftina var løgreglan einki fyri at kanna málið yvirhøvur. Tað var ikki fyrrenn fjølmiðlarnir umrøddu hendingina, at kanningar vórðu settar í verk, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur eisini, at eftir hansara tykki hevur løgreglan gjørt alt ov lítið fyri at fáa greiði á málinum og fyri at finna tann, sum sendi drápsháttanina.
Og hann leggur afturat, at hann tískil rætt og slætt hevur mist alt álitið á løgregluni.
? Fyri meg var hetta alt annað enn skemt, tí hetta var ein beinleiðis drápshóttan ímóti mær og øllum mínum húski og tað taki eg í størsta álvara.
? Og tað ber ikki til í einum framkomnum samfelag, at tað skal kunna fara aftur við borðinum so lætt.
Hann leggur kortini afturat, at síðani málið kom alment fram í fjølmiðlunum har tað varð upplýst, at løgreglan arbeiddi við málinum, hevur verið friður.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løgregluni, áðrenn blaðið fór til prentingar.