Tað var sum á Ólavsøku í nátt í Havn. Nógv fólk vóru komin saman til tónleikatiltakið Voxbotn, og í bæði innanfyri og uttan fyri økið vóru nógv fólk.
Men tað hevur ikki ávirka løgregluna sum so. Løgreglan sigur í dag, at ein átekning varð gjørd í sambandi við, at ein kvinna varð blakað út av økinum, tí hon ikki dugdi sær hógv.
- Hon sparkaði og slóð út eftir vaktum og fólki, og hon fekk so klipt armbandið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Men viðkomandi vildi ikki fara frá økinum og bleiv við at royna at sleppa inn aftur og tí varð ringt eftir løgregluni.
Í Vesturbýnum varð løgreglan boðsend, tí tveir mans bardust á vegnum. Báðir vórðu ákærdir fyri brot á politiviðtøkurnar.