Eftir Fish Fair
Á seinasta stevudegnum, hittu við løgreglumannin, Schandorff Vang, sum í sínum arbeiði var fram við á North Atlantic Fish Fair.
Schandorff visti at siga, at alt hevði gingið væl, og at løgreglan ongar trupulleikar hevði havt av hesum stóra tiltaki, sum nú at enda dróg út við 10.000 fólk til Runavíkar kommunu.
Hann segði, at hóast nógv fleiri bilar enn vanligt koyrdu og parkeraðu í økinum, elvdi hetta als ikki til nakrar trupulleikar, tí parkeringsviðurskiftini á havnalagnum eru so góð, og her er so rúmligt.
Spurdur, um løgreglan hevði havt trupulleikar av rúsaðum fólki, segði Schandorff, at tað høvdu tey ikki.
- Vit eru ikki boðsendir til nakað sum helst, og eingin hevur sovið í detentiónini.
Løgreglumaðurin visti tó at siga, at onkur er tikin fyri at koyra við kenning, meðan stevnan hevur verið.
Gekk stak væl
Sosialurin hitti eisini løgreglumannin, Kurt Rasmussen, sum var á vakt fríggjanáttina, tá ið stevnan var liðug, og Norrøna skuldi loysa um 04-tíðina.
Vit spurdu hann, hvussu henda seinasta náttin gekk, og hvussu tað mundi gangast at fáa alt fólkið, sum vitjaði umborð á Norrønu hesa seinastu náttina, í land aftur.
- Eg vil siga, at løgreglan hevur ongar sum helst trupulleikar havt av hesum stóra tiltaki. Vit eru ongantíð boðsendir til nakað, og tað taka vit sum tekin um, at alt hevur gingið væl.
Kurt Rasmussen heldur, at fyrireikararnir hava megnað hetta tiltakið ógvuliga
væl.
- Teir hava sjálvir skipað fyri, at bilar, sum vitjaðu økið, sluppu at parkera, og vit mugu siga, at hetta hevur eydnast teimum til fulnar, tí her hava als eingir trupulleikar verið.
Øll í land aftur
Spurdur, hvussu tað mundi gangast at fáa fólk í land aftur av Norrønu, tá ið hon skuldi loysa um 04-tíðina, sigur Kurt Rasmussen:
- Vit hava einki hoyrt um, at alt ikki hevur gingið væl, og vit vórðu ikki boðsendir til nakrar sum helst uppgávur.
Løgreglumaðurin sigur at enda, at tveir bilførarar eru tiknir við kenning í økinum, meðan North Atlantic Fish Fair hevur verið hildin.










