Nýggjárshaldið í Times Square í New York er eitt tað størsta av sínum slagi í heiminum, og myndugleikarnir hava gjørt av, at fleiri túsund løgreglufólk skulu tryggja, at haldið í nátt fer friðarliga og siðiliga fram, skrivar tíðindastovan AP.
Umframt ta vanligu løgregluna verða alvápnað fólk hjá teirri serligu yvirgangsdeildini eisini í Times Square, og tey hava servandar bumbuhundar hjá sær.
Myndugleikarnir vænta, at næstan ein millión fólk fara at taka lut í nýggjárshaldinum í nátt, og sambært løgreglustjóranum, Raymond Kelly, er Times Square tað tryggasta staðið í heiminum nýggjársaftan.