Náttina til sunnudagin varð ein maður sligin í Ítróttarhøllini á Hálsi. Maðurin breyt eina tonn, men harðskapsmaðurin, ið slóg, er ikki tikin enn. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at løgreglan veit ikki enn, hvør maðurin er, men arbeitt verður við málinum. Vitnir til hendingina verða avhoyrd, og vónandi verður maðurin tikin sum skjótast.