Løgreglan kannar ein heldur óvanligan stuldur

Í nátt hevur onkur stolið kortgreiðsluna hjá einum skeinkistaði

Í gjárkvøldið og í nátt hevur verið stak friðarligt sigur løgreglan í Havn. Men ein fráboðan er komin um stuldur, og hon er av tí heldur óvanliga slagnum. 

 

Tað vóru tey, ið vara av einum skeinkistaði, sum boðau frá, at onkur hevði stolið kortgreiðsluna  -kortterminalin- hjá teimum. Talan var um eina tráðleysa kortgreiðslu, sum bradliga var horvin.

 

Løgreglan sigur, at tey fara at kanna málið í dag, eitt nú fara tey at kanna upptøkur av vakmyndatólum, at vita um nakað er at finna har.

 

Annars er óvist, hvat gagn fæst burtur úr at taka eina kortgreiðslu, men tóllið kostar nakrar túsund krónur í sær sjálvum, so tað er ein missur hjá eigaranum